Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarálum í svari til ein grein 52a fyrispuring, sum Grímur Sundstein, sum hevði sæti á tingi sum varamaður fyri Fólkaflokkin, setti henni.
Spuringur hansara var soljóðandi:
1. Hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nakra greining av, hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt fyri tey, ið arbeiða uttanlands?
Í svarinum vísir landsstýriskvinnan á, at skattaumskipanin, sum varð samtykt í fjør, hevði til endamáls at lækka inntøkuskattin og taka burtur skattligar fyrimunir við at arbeiða á sjónum ella uttanlands, í mun til at arbeiða á landi í Føroyum.
– Tá ið landið í størri mun javnsetur skattligu treytirnar hjá føroysku arbeiðsfjøldini og yvirskipað minkar um inntøkuskattin, minkar tað um skeiklingina av inntøkuskattinum og eggjar til, at føroyska arbeiðsmegin verður betur gagnnýtt, sigur landsstýriskvinnan.
– Inntøkuskatturin er lækkaður í ár og lækkar aftur í 2025, meðan broytingarnar fyri føroyingar, sum arbeiða á sjónum ella uttanlands henda fram til 2026. Fíggjarmálaráðið gjørdi í sambandi við viðgerðina av umskipanini greiningar, sum vístu, hvussu ymsu bólkarnir fóru at verða ávirkaðir, sigur hon.
Hon sigur víðari, at enn er skattaárið 2024 ikki liðugt. Harafturat skulu avleiðingar av skattabroytingum síggjast yvir tíð, tí flestu avleiðingarnar av slíkum bygnaðarligum broytingum henda, so hvørt sum fólk leggja lívið til rættis og taka støðu til starv, arbeiðstíð, útbúgving og so framvegis.
– Tí er tað ov tíðliga til at gera ítøkiligar metingar um, hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt, bæði fyri virksemi í Føroyum og uttanlands.
– Frameftir eigur at verða arbeitt við, hvussu inntøkuskatturin ábyrgdarfult kann lækka enn meira, so tað ikki heldur fólki og fyritøkum aftur í at arbeiða – bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.











