Innsavning hjá Bláa Krossi sett met

Føroyingar vóru óførir at fylla í bússurnar hjá Bláa Krossi, táið fólk herfyri gingu hús úr húsi kring landið við bússum at savna inn til stríðið ímóti rúsdrekkamisnýtslu her á landi og teimum avleiðingum, tað hevur við sær fyri børn, vaksin og familjur.

Blái Krossur sigur á síni heimasíðu, at uppgerðin higartil vísir, at 585.640 krónur eru savnaðar saman.

Sostatt hevur innsavninin í ár givið heilar 166.360 krónur meiri enn í fjør, tá ið hon gav 419.280 krónur.

Hetta er eisini væl meiri enn innsavninin í 2011 gav, hóast eisini royndist væl. Ta ferðina fekk Blái Krossur 488.000 krónur í bússurnar, ella 97.640 minni enn í ár. Blái Krossur sigur, at enn eru nakrar bússur eftir at telja. Samstundis verða gávur alsamt settar inn á konturnar hjá felagsskapinum í peningastovnunum.

Úrslitið kundi annars verið betri, tí tað eydnaðist ikki at koma runt allastaðni við bússuni, helst í útoyggjum, men serliga í Havnini manglaðu tey fólk at ganga runt.

Peningurin, sum kemur inn, fer til tvær verkætlanir, nevnliga byggingina av nýggja viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi á Nesi og verkætlanina "Øll hava rættin til góð barnaár".

Endamálið við teirri verkætlanini er, at børn og ung, ið vaksa upp í heimum, har rúsdrekka er til ampa fyri trivnaðin, skulu verða hoyrd og fáa tilboð um hjálp.

Ætlanin er at gera tað meiri sjónligt og opið at tosa um tað at vaksa upp í einum heimi við rúsdrekkamisnýtslu.

Eitt lið í hesum er at skipa bólkar, har børn og ung fáa møguleika fyri at møta øðrum, sum eisini kenna til at hava foreldur við trupulleikum av rúsdrekka ella rúsevnum.