Hvat var tað, ið hevði tað við sær, at tú so fullkomiliga misti álitið á honum?
Hvat var tað, ið var so álvarsligt, at tú ikki bert vísti á hetta álitisbrotið, tá ið tú á ørkymlandi hátt sleit samgonguna í september, men eisini endurtók á landsfundi tykkara - fyri opnum sjónvarpsskíggja - at tú ongantíð aftur fór at kunna samstarva við núverandi formann Tjóveldis?
Sum nær skyld við formann Tjóveldis er tað mær púra óskiljandi, at hann kann hava havt ein atburð, ið hevur ført til eitt slíkt álitisbrot. Kenni hann bert sum ein hampuligan og ærligan mann - og eg haldi meg kenna hann sera væl. So hvat kann tað vera, ið er farið fram millum tykkum báðar?
Havi roynt at spyrja formannin sjálvan, men hann er eins illa við sum eg og sigur seg onga góða orsøk hava, so har verði eg ikki klókari.
Havi síðani roynt at spyrja meg fyri og lesa viðmerkingar og greinar um málið. Havi eisini fingið fleiri áhugaverd uppskot um møguligar orsøkir til, hví tú hevur sagt, sum tú nú hevur, men kunnu tær veruliga passa?
Dugi so illa at afturvísa hesar illgitingar við sakligum grundgevingum: Gitingarnar um skitið maktstríð innanflokks, ørandi tørv á at sleppa at vera løgmaður, ráðarík embætisfólk og ikki minst ræðusøgan, ið sigur, at tú bert vildi skaða formannin hjá Tjóveldi persónliga, so at hann skuldi vera skræddur sundur av sínum egnu soleiðis, at stríðið um formanssessin vildi forkoma støðugu framgongdini hjá Tjóveldi – nei, eg fái meg ikki at trúgva hesum. Væl vitandi, at um hesar gitingar eru sannar – enntá bert partvíst – so má tað merkja, at formaður Tjóveldis er ósekur. Hóast hetta, so má eg ivast og muta ímóti.
Tí eg kann ikki ímynda mær, at tú kundi funnið upp á slíkt.
So óreinur kann eingin vera!
Eins og eg bert kenni beiggja mín sum ein hampamann, so velji eg at trúgva tað sama um teg. Fái meg – í mínum innasta hjarta – ikki at trúgva, at tú hevur logið um hann fyri egnan vinning, ella at tú – bæði sum tann skilagóði persónur, eg haldi teg vera, og sum tann tignarligi løgmaður, eg vóni, tú vart – vart tuflaður av ovasta embætisfólki tínum (tað skuldi bert verið, um hon hevði eina øgiliga klemmu á tær, og hvør í allari víðu verð skuldi tann klemman verið?)
Dugi at skilja, at orðaskiftið mangan er hart í politikki, men tá ið farið verður eftir bóltinum og ikki eftir manninum – fyri at nýta eina mynd úr ítróttaheiminum – so eigur eitt slíkt kjak at vera í lagi. Í hesum føri ert tú tó farin beint eftir manninum og hevur givið honum – bert honum - skyldina fyri, at allar tær stóru og bjørtu ætlanir, ið lógu í samgonguskjalinum hjá fyrrverandi samgongu, ikki kunnu fremjast. Allar tær ætlanir - sum tú gjølla hevur greitt frá í fjølmiðlunum - ikki bera til at fremja í tí samgongu, tú nú (aftur) situr í.
Tað er ein øgilig ákæra móti einum persóni og kundi, gamaní, líkst einari sera skitnari takling, men hví Jóannes Eidesgaard, hví?
Hevur formaður Tjóveldis skeldað teg? Ella gjørt tær fortreð? Er tað tí, hann ikki aktaði teg nóg væl? Vísti hann tær ikki nóg stóra virðing? Argaði hann teg?
Fái heldur ikki hesar gitingar at passa, tí øll hava hoyrt, hvussu onkrir av tínum egnu partamonnum hava skeldað, vanvirt og noktað at akta teg, uttan at tú av teirri grund á nakran hátt hevur mist áltið á teimum, tíansheldur mist tolið við teimum – heldur tvørturímóti. Harafturat gert tú sum tann dugnaligi lærari, tú sigst vera, neyvan mismun á monnum, hvørki innan- ella uttanfloks.
So eftir mánaðir við ørkymlandi gitingum og svøvnleysum náttum, so biði og bøni eg teg Jóannes Eidesgaard – vælsignaði sig mær sannleikan um hetta mál, líka mikið hvussu beiskur hann verður fyri meg og míni – sig mær frá hvørjum smáluti, ið fylti bikar títt – tí nógv má tað vera, tá ið ólukku lyklamálið bert var hin evarska lítli dropin, ið fekk tað at flóta yvir – so lítil, at tú nú als ikki heldur tað vera neyðugt, at tað málið skal kannast.
Gev mær vissuna – sig mær alt, so eg skilji, hvat ið hent er. Gev mær møguleikan fyri - við grein í mínum máli - at kunna siga við fólk, at Jóannes Eidesgaard eisini er ein ærligur hampamaður, ið ikki kundi funnið uppá at stungið knívar í ryggin á øðrum ella logið bert fyri at sleppa at vera løgmaður ein dag afturat.
Við bjartari vón í hjartanum um skjótt at vita alt við vissu.
Tórshavn 4. des. 2008