Inni á Firði í Kollafirði

Í Sosialinum 28. mars 2002 skrivar Hans Jákup Simonsen, at hvørki táverandi politikarar ella landsverkfrøðingurin lurtaðu eftir ynskinum hjá einum stórum meiriluta av kollfirðingum, ið vildu hava vegin lagdan oman fyri bygdina.

Eg skal til hetta viðmerkja, at landsverkfrøðingurin júst helt tað vera skilagott eisini at leggja nevnda strekki omanfyri bygda økið inni á Langasandi, og eg kann leggja afturat, at gamla prosjektið frá fyrst í sjeytiárunum øll hesi árini hevur ligið hjá Landsverkfrøðinginum og bíða eftir at verða sett á fíggjarlógina, soleiðis at haldast kundi fram við vegagerðini til íbinding í gamla landsvegin á leið, har rundingurin nú liggur. Fólkið á Langasandi vildi, sum vera man, hava ein teym oman til virkisøkið har inni, og er hetta vegurin verður koyrt eftir í dag. Peningur var ikki tá játtaður til restina.
Hvørja støðu politikararnir fara at taka, veit eg ikki; men prosejktið liggur klárt ? har væntar bert sjálv íbindingin í rundingin, sum ikki tá var komin.
Hetta til valið verða væntandi mong valevnisbrøv líkt hesum, ið nema við føroyska vegakervið, og fyri at fáa tey so skilagóð, sum gjørligt, fari eg hesum at mæla valevnunum til, fyrst at kunna seg hjá Landsverkfrøðinginum, áðrenn tey skriva, soleiðis at brøvini heldur kunnu vísa til, at gomlu prosjektini kring landið bert liggja og bíða eftir játtan. AT nevnt tey øll hevði verið lag á manni, men hevði í hesum umfari verið ov rúgvusmikið.