Hetta síðsta árið, frá apríl í fjør, til í mars í ár, hava vit útflutt eitt sindur minni av vørum enn vit gjørdu í frá apríl í 2017 til í mars í fjør.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, hetta seinasta árið hava vit útflutt vørur fyri 8,4 milliardir og tað er eitt prosent minni enn í árinum frammanundan.
Fiskavørur er okkara nógv størsta útfutningsvøra, og frá apríl í 2018 til í mars í ár, útfluttu vit fiskavørur sum heild fyri 7,9 milliardir, og tað eru trý prosent minni enn undanfarna ár.
Utflutningurin av laksi er minkaður sjey prosent og var 3,5 milliardir hetta árið frá apríl í 2018 til mars í ár, og somuleiðis er útflutningurin av tí bólkinum, sum eitur aðrar fiskavørur, minkaður 16 prosent, og hann var sostatt 1,4 milliard.
Men verða ávís fiskasløg tikin fyri seg, var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti, 1,6 milliard og tað er ein vøkstur upp á 11 prosent, og útflutningurin av toski, hýsu og upsa, var 1,4 milliard og tað er ein vøkstur upp á 11 prosent.
Frá apríl í 2018 til í mars í ár, innfluttu vit vørur fyri 7,8 milliardir og tað er 11 prosent meiri enn í árinum framman undan.
Tað er í stóran mun innflutningurin av brennievni, sum ger munin, tí innflutningurin av brennievni var 1,3 milliard ,og tað eru heili 35 prosent meiri enn í árinum frammanundan.
Hinvegin er útflutningurin av vørum til vanliga húsarhaldsnýtslu ikki vaksin so nógv, tí hann var 1,6 milliardir frá apríl í 2018 til í mars í ár, og tað eru fýra prosent meiri enn í árinum frammanundan.
Innflutningurin av vørum til byggivinnuna var 812 milliónir og tað er ein vøkstur upp á 10 prosent. Innflutningurin av maskinum og amboðum er hækkaður 21 prosent, og hann var sostatt 995 milliónir.
Sum tað stendur longur uppi, er útflutningurin av fiskavørum minkaður og tað sæst eisini aftur í, at innflutningurin av rávørum til fiskavirking minkaður 24 prosent.