Innflutningurin til og við novembur 2008 er nú uppgjørdur, og tað kann staðfestast at innfluttningsvirðið varð eitt sindur minni enn sama tíðarskeið í 2007. Vit hava innflutt vørur fyri 4,6 mia, tað er 213 mió. minni enn sama tíðarskeið árið fyri ella ein minking uppá 4%. Verður bólkurin skip og flogfør ikki taldur við, er minkingin 1%.
Tað var tó sera stórur vøkstur frá 2006 til 2007, so um vit samanbera 2008 við 2006, er talan um ein vøkstur í innflutninginum uppá 6%.
Hyggja vit at innflutninginum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er ein minking uppá 4% samanborið við 2007 og ein vøkstur uppá 4%, um vit samanbera við 2006.
Innflutningurin av brennievni minkaði eitt sindur í 2007, men vaks síðan munandi aftur í 2008, heili 32%, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.