Innbrot á Sosialinum: Máling um alt rúmið

Herverk

Langa vikuskiftið er farið framvið, og eisini onkur ókunnuggestur hevur leitað sær út á gula blaðhúsið á Argjum. Í kjallaranum, har oljufýringin stendur, er onkur farin inn, og funni_ nøkur málingablikk. Viðkomandi hevur helst hildið, at oljufýrrúmið hevur trongt til eina hjálpandi hond, og hevur tí oyst máling um alt rúmið. Hetta kundi sjálvandi havt við sær, at eldur kom í málingina, men tíbetur er onki álvarsamt hent. Í fýrrúminum skyggir nú gult og blátt, men um onkur skuldi fingið hug at gjørt hetta aftur, verður viðkomandi biðin um at venda sær til blaðleiðsluna.