Klokkan hálvgum tvey fekk løgreglan boð um, at ein rúsdrekkaávirkaður persónur lá einum plássi, har nógv børn eru. Tá løgreglan kom á staðið, tyktist tað, at persónurin hevði brúk fyri læknahjálp, og tí var sjúkrabilur boðsendur. Tað vísti seg tó ikki at verða neyðugt, og persónur varð síðani fluttur á Herbergið í Havn.
Átakið, sum løgreglan hevur havt við skúlar, var eisini í gjár, har løgreglan tosar við fólk at vegleiða tey, um børnini ikki sita íbundin, sum tey skulu. Vaktleiðarin sigur, at tað kemur meira enn so fyri, at børnini ikki sita rætt íbundin. Tað kann snúgva seg um, at tey sita við tasku á rygginum. Men tað skulu tey ikki, tá tey eru íbundin. Og so er tað smærri børn, sum skulu sita á pútu. Men tá er tað eisini týdningarmikið at ansa eftir, at selin liggur, sum hann skal. Teir kunnu ofta stillast upp og niður, so selin passar til hæddini. Tað er slíkt, sum løgreglan roynir at vegleiða fólk um, tá tey gera hesi átøkini. Men bøtur verða eisini skrivaður fyri álvarsomu brotini.