Inn í 2004 við nýggjum andliti

Góði lesari. Fyri nøkrum døgum síðani tók eg eina stóra avgerð. Kanska ta størstu, eg higartil havi tikið í lívinum. Eftir gjølla umhugsan gjørdi eg av at leggja journalistiska kallið frá mær og játtaði at stilla upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.
Drúgvu royndirnar, sum kritiski fjølmiðlamaðurin í fólksins tænastu, hava sannført meg um, at brúk er fyri nýggjum andlitum í føroyskum politikki. Nýggjum fólkum, sum standa fyri opinleika. Sum vilja brúka orku uppá at føra veruligan politikk og finna breiðar semjur um politisku álvarsmálini, ið skulu til, fyri at fáa gerandisdagin hjá okkum øllum at hanga saman. At brúka orkuna upp á persónligt stríð og herróp uttan bakland. Tað byggir ikki land.
Tí bjóði eg meg fram til eina nýggja uppgávu. Eg bjóði meg fram sum fólksins tænara á Føroya Løgtingi. Eg bjóði meg fram at fáa álvara og opinleika í føroyskan politikk. At vera við til at skapa tað góða samfelagið. Eitt samfelag, vit kunnu kalla Føroyar fyri øll. Eg bjóði meg fram at finna breiðu semjuna, sum kann skapa eitt sjálvbjargið land, har tað er liviligt hjá øllum samfelagsstættum.
Mín áheitan á teg, er at stuðla mær at røkka málinum. Lat okkum saman fara inn í nýggja árið við einari nýggjari dagsskrá.
Við bestu ynskjum um eitt av Harranum signað nýggjár og við vón um tína atkvøðu tann 20. januar.