Ingun og Hákun eru ársins leiðarar

Synergi hevur í dag kosið ársins leiðarar, ein fyri privatu vinnuna og ein fyri ta almennu

Tað var á tiltaki hjá Synergi í dag, sum á 20. sinni hevur kosið ársins leiðara.

Endamálið við Leiðaradegnum er at seta leiðslu á breddan í Føroyum og at heiðra tey, ið hava skara framúr innan leiðslu. 

Øll kunnu tilnevna ársins leiðarar og nógvar góðar tilnevningar komu inn. Ein væl skikka dómsnevnd hevur arbeitt við at finna fram til hvørji eiga at vera í topp 3. Limir í dómsnevndini eru Ingibjørg Berg, Hedvig Johansdóttir og Johnny í Grótinum.

 

##med2##

Ársins leiðari er tignarligasti heiður, ein leiðari í Føroyum kann fáa.

Dómsnevndin hevur nú peikað á topp 3 innan tað almenna og tað privata.  

Hesi eru í Topp 3 innan tað almenna – í stavrað fornavn:

Hákun Djurhuus, SEV

Jóngerð Guttesen, Roðin

Regin Marnersson, Skúlin á Fløtum

##med3##

 

TOPP 3 innan tað privata - í stavrað fornavn:

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri, Betri Trygging

John Eli Olsen, stjóri, El-service

Ósbjørn Jacobsen, Henning Larsen

Vinnarar vóru so Ingunn Eiriksdóttir, stóri í Betri Trygging, sum er ársins leiðarari innan tað privata, meðan Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, er ársins leiðari innan tað almenna.

 

##med4##