Tað kunngjørdi Vága Kunningarstova umvegis heimasíðu sína í gjár, og Ingerð á Rógvu Olsen er sett frá 1. januar 2008. Ingerð er útbúgvin bankafólk frá gamla Sjóvinnubankanum, og hevur eisini tænaraútbúgving á Radisson SAS Scandinavia og varð liðug í 2001. Eftir lokna útbúgving hevur hon arbeitt í Grønlandi á hotel og matstovum, men nú er hon so byrja sum kunningarleiðari í Vágum.