Ingálvur: ÍF spældi betur flogbólt enn Mjølnir

(Rás2) Hoyr Ingálv Eyðunsson Olsen hjá ÍF taka samanum 3-1 steypahálvfinalusigurin ímóti Mjølnir

Mansliðið hjá ÍF í flogbólti hevur vunnið seg í steypafinaluna, sum verður spæld í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 24. juni.

 

ÍF vann 3-1 á Mjølnir í hálvfinaluni, sum var spæld í KÍ-høllini fyrr í dag. Settmunurin var 25-15, 16-25, 25-17 og 25-23-

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við 19 ára gamla Ingálv Eyðunsson Olsen hjá ÍF.

 

Ingálvur Eyðunsson Olsen heldur, at ÍF spældi betur flogbólt enn Mjølnir í dag, og tá ÍF fær sítt spæl at koyra er tað eingin sum tekur teir.

 

Samrøðan sum Óli G. Samuelsen gjørdi við Thorvald Danielsen, venjara hjá Mjølnir aftaná dystin hoyrist HER

 

Frásagnirnar av teimum avgerandi bóltunum í dystinum ÍF-Mjølnir 3-1, og samanumtøkan hjá Magnusi Tausen hoyrast HER