Ein jarðskjálvti, sum máldi 6,2 á Richter-stiganum, var á indonesisku oynni Sulawesi sunnudagin. Sambært myndugleikunum kravdi skjálvtin eitt mannalív, fleiri hús rapaðu, og nógvastaðni fóru vegirnir illa.
Fólk gjørdust ræðslusligin av skjálvtanum, tí tey stúrdu fyri, at hann fór at elva til eina flóðaldu eins og tann harði skjálvtin annan jóladag. Tí sendu myndugleikarnir løgreglubilar til býirnar og bygdirnar at boða frá, at eingin vandi var fyri flóðaldu hesaferð.
Indonesiski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í skjálvtanum sunnudagin var einar 30 kilo-metrar niðri í jørðini.