Imponerað av Føroyum

Gløgt er gestsins eyga. Soleiðis verður ofta tikið til, og Lis og Hans Holmsgaard úr Danmark geva her sína meining um ólavsøkuna.

Lis og Hans Holmsgaard komu til Føroya fríggjadagin og skulu vera her í eina viku.

 

- Vit eru ein bólkur upp á 25, og vit ferðast eftir fastløgdum skema, sigur Lis.

 

Inntil víðari hava donsku hjúnini sæð og upplivað Kirkjubø, Vestmanna og Tórshavn.

 

- Vit valdu at koma til Føroya vegna nátturuna. Hetta er okkara fyrsta ferð her, og vit eru virkuliga imponerað av henni inntil víðari, sigur Hans.

 

Lis og Hans hava eisini fingið eitt gott inntrykk av ólavsøkuni.

 

- Tað er ótrúligt, at her kunnu vera so nógv luttakandi. Næstan helvtin av øllum landinum er við, sigur Hans, ið samstundis vísir á, at tey ikki veruliga hava nakað líknandi í Danmark.

 

- Hóast tað eru so nógv fólk, so fer alt fram friðarliga. Tað er eisini deiligt, og haldi eg, at føroyingar skulu gera alt fyri at varðveita ólavsøkuna, sum hon er, sigur Lis.

 

Um Hans og Lis koma at vitja Føroyar einni aftur, kemur tíðin at vísa.

 

- Tað er nógv, ið bendir á, at tað saktans kann henda seg, sigur Hans avgjørdur.