Flaggiskipið í føroyska skipaflotum hevur tað strævið í hesum døgum.
Norrøna skuldi vera í Havnini mánamorgun, men tað hevur verið so ringt veður, at hon verður ikki í Havn, fyrrenn á midnátt í kvøld.
Og sum steinur oman á byrðu, hevur hon eisini tekniskir trupulleikar, sum føra til enn fleiri seinkingar.
Thomas Magnussen, stjóri í Smyril Line, sigur, at Norrøna fór úr Føroyum fyri eini lítlari viku síðani til Bergen.
Men tá ið hon skuldi úr Bergen til Hanstholm fríggjakvøldið, brast illveður á, so tað var ikki hugsingur um at sleppa at, hvørki í Hanstholm ella í Hirtsals. Ætlanin var so at fara til Frederikshavn. Men har sleit ein bátur í havnini, so Norrøna slapp heldur ikki inn har.
Síðani lá Norrøna í tveir dagar í Bergen og bíðaði eftir veðrið, áðrenn hon slapp til Hanstholm mánadagin.
Hon fór úr Hanstholm aftur til Bergen á midnátt síðstu nátt og er væntandi í Havn á midnátt í kvøld.
Smyril hevur eisini havt brek á eini pumpu, so teir gjørdu av at venda innaftur at umvæla brekið.
- Men tað seinkaði henni ikki meiri enn tríggjar tímar. Tann stóri tvørleikin hevur verið veðrið.
Tá ið hon fer úr aftur Havnini aftur í morgin, fer hon aftur til Hanstholm.
Eina viku í dokk
Men Norrøna hevur eisini í eina tíð havt trupulleikar við stabilisatorunum og nú lá soleiðis fyri, at hon sleppur í dokk í Hamburg leygardagin.
Ta tilboðið hevur Smyril Line tikið av, so tá ið hon er komin til Hanstholm aftur leygardagin, fer hon beint til Týsklands í dokk.
Thomas Magnussen væntar, at tað fer at taka fimm dagar at umvæla stabilisatorarnar.
Men tað merkir so eisini, at tað verður heldur ongin sigling tað mesta av næstu viku og Norrøna fer aftur í regluliga sigling næsta leygardag.
Norrøna hevur fleiri ferðir havt brek í stabilisatorunum.
- Vit fleiri ferðir havt trupulleikar við stabilisatorunum. Talan er um sama brek í báðum stabilisatorunum, sum hava víst seg við ávísum millumbilum. Men nú er ætlanin at fáa eina endaliga loysn.
Thomas Magnussen ásannar, at hetta kemur illa við hjá teirra viðskiftafólki.
- Men tað er ikki nógv at gera við tað, tí veðrið má sær ráða og tá ið Norrøna hevur trupulleikar av veðrinum, hava øll onnur tað eisini, sigur hann.