Illveður: Bilrútar brotnaðir kring landið

At tað hevur verið illveður, hava fleiri bileigarar sanna í dag.

Illveður kenna vit í Føroyum, men helst er tað óvanligt, at bilrútar hokna undir trýstinum og brotna orsaka av veðrinum. 

 

Fleiri bilar kring landið hava fingið skaðar í dag og mest sermerkt er, at rútarnir í fleiri bilum eru brotnaðir. 

 

Hendan myndin er tikin í Kollafirði, tá ið ein bilánari mátti ásanna eftir loknan arbeiðsdag, at bilurin ikki toldi trýsti av vindinum. 

 

Illveðri kann væntast at halda fram alla vikuna út. 

 

Í kvøld hevur hann minkað vindin nakað, men tó er nógvur vindur kring alt landið. Ringast veður verður jólaaftan, sambært veðurstovuni DMI.