Danska løgreglan hevur illgruna um, at tvær gentur á Bornholm hava verið kynsliga misnýttar í upp til 10 ár. Mamma genturnar, sum er 39 ára gomul, og 56 ára gamli fosturpápi teirra hava sitið í varðhaldi síðani í juli, men løgreglan hevur dult málið líka til nú.
Peter Jørgensen hjá løgregluni á Bornholm sigur, at tær báðar genturnar eru 16 og 18 ára gamlar nú. Tann eldra er flutt heiman, og kommunan hevur tikið sær av hinari. Løgreglan er ikki liðug at kanna málið, og tí hevur hon heldur ikki gjørt av, um hon skal reisa ákæru ímóti maumuni og fosturpápanum, sigur Peter Jørgensen við DR.