Illgruni um at bilførari var ávirkaður av heilivági

Í gjár steðgaði løgreglan einum bilførara, tí mett var, at koyringarlagið var eitt sindur óstøðugt. Løgreglan sigur, at illgruni er um, at bilførarin var ávirkaður av heilivági, og tískil varð blóðroynd tikin av honum.

 

Men løgreglan veit ikki um talan var um heilivág, hann hevði tikið fyri at rúsa seg, ella um heilivág, hann hevði fingið frá lækna, og sum hann skuldi taka. Tað er nevniliga heilivágur, sum kunnu ávirka evnini at koyra bil. 

 

Annars hevur løgreglan gjørt ferðkanningar í Suðuroy. Eitt nú vóru bilar steðgaðar á einum strekki, har hámarksferðin er lækkað niður í 30 kilometrar um tíman í sambandi við arbeiði við vegin.

 

Løgreglan sigur, at seks bilar vórðu steðgaðir og teir koyrdu ímillum 49 og 53 kilometrar um tíman. Men av tí, at talan var um eitt strekkið, har hámarksferðin er lækkað fyribils, fingu bilførararnir eina átalu, og meiri varð ikki gjørt við tað.

 

Vórðu reglurnar annars fylgdar út í æsir, skuldu hesi bilførararnir minst fingið klipp í koyrikortið, og onkur av teimum skuldi mist tað treytað. Tað merkir, at bilførarin má taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.

 

Har hámarksferðin er lækkað skal nevniliga lítið til fyri at fáa klipp í koyrikortið, ella at missa tað. Tann bilførari, sum koyrir 16 kilometrar meiri enn ferðmarkið er, fær klipp í koyrikortið og verður koyrt meiri enn 20 kilometrar skjótari enn loyvt er, missur bilførarin koyrikortið treytað. Verður hinvegin koyrt meiri enn 40 kilometrar skjótari enn loyvt er, verður koyrikortið tikið. 

 

Tað merkir, at á einum strekki, har hámarksferðin er 30 kilometrar um tíman, fær bilførari, sum koyrir 46 kilometrar um tíman, klipp í koyrikortið. Koyrir hann 51 kilometrar um tíman, missur hann koyrikortið treytað, og koyrir hann 71, verður koyrikortið tikið.