Tá føroyska fótbóltslandsliðið 3. september í 2017 vann 1-0 á Andorra í einum HM-undankappingardysti á Tórsvølli vóru onkrar smærri betaljur millum tveir litríkar liðskiparar, Atla Gregersen hjá Føroyum og Ildefons Lima hjá Andorra.
Ildefons Lima er ein sterkur og klókur fótbóltsspælari, men heldur harðligur viðhvørt. Hann hevur tikið mong tøk fyri Andorra sum A-landsliðsspælari síðani 1997, men at vera ein livandi legenda er ikki altíð nóg mikið.
Í fjør varð hann tveittur av landsliðnum av leiðsluni í andorianska fótbóltssambandinum. Ildefons Lima er formaður í fótbóltsleikarafelagnum í Andorra, og hann dansar ikki eftir pípuni hjá andorianska fótbóltssambandinum. Altjóða yrkisfótbóltsspælara-felagsskapurin, FIFpro hevur verið úti alment og hevur meldað sín stuðul til andoriansku fótbóltslegenduna.
Tað hevur loksins givið úrslit, og nú slapp 41 ára gamli Ildefons Lima aftur á vøllin fyri andorianska landsliðið.
Hóskvøldið tók Andorra móti Írlandi í vinardysti, ið Írland vann 4-1. Andorra helt málið reint í 58 minuttir og kom enntá á odda 1-0, men seinasta hálva tíman funnu írar stevið.
Tá Ildefons Lima kom á vøllin í 76. minutti setti hann eitt ótrúligt met. Ildefons Lima hevur nú spælt A-landsdystir gjøgnum 24 ár, frá 1997 til 2021.
Gamla metið átti enska Stoke og Blackpool-legendan, Sir Stanley Matthews. Stanley Matthews spældi landsdystir fyri Ongland í 23 ár, hetta var millum 1934 og 1957.
Legendariski norðurírski málverjin, Pat Jennings sum spældi nógvar dystir fyri bæði Tottenham og Arsenal spældi landsdystir fyri Norðurírland gjøgnum 22 ár, hetta var millum 1964 og 1986.
Fremsti finski fótbóltsspælarin nakrantíð, Jari Litmanen spældi landsdystir fyri Finnland gjøgnum 21 ár, árini 1989 til 2010.
Ildefons Lima og Jari Litmanen deila eitt annað met. Teir eru teir einastu sum hava spælt A-landsdystir í fýra ymiskum áratíggjum. Jari Litmanen í 80-unum, 90-unum, nullunum og í 10-unum. Ildefons Lima í 90-unum, nullunum, 10-unum, og í 20-unum.
Ildefons Lima spælir við andorianska meistaraliðnum, Inter Club d'Escaldes sum skuldi koma til Føroya at kappast í einari undanundankapping til Champions League seinni í juni. Men tann kappingin er orsaka av strangu føroysku sóttarhaldsreglunum flutt til uttanveltaðan vøll í Pólandi. Um lutakastið lagar seg kemur HB at spæla móti Inter Club d'Escaldes um rættin at spæla finaluna um at sleppa til sjálva undankappingina til Champions League.
Ildefons Lima hevur tríggjar ferðir spælt móti føroyska A-landsliðnum, fyrstu ferð í einum vinardysti afturi í 1999.
Jari Litmanen spældi móti Føroyum í EM-undankappingardystum í 1994 og í 1995, ið finnar vunnu 5-0 í Helsinki og 4-0 á Svangaskarði. Í 5-0 sigrinum skoraði Jari Litmanen tvey mál.