Arbeiðssteðgurin hjá sáttmálasettum lærarum hevur nú vart í meira enn 5 vikur. Men í gjár seinnapartin klokkan 14 sessaðust Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið aftur við samráðingarborðið.
Eftir tógvið stríð samdust partarnir um uppritið, sum semingsmenninir komu við og nakrar boytingar máttu eisini gerast í uppritinum.
Um orsøkirnar sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, at tað var ymiskt úr semjuni frá 31. oktober 1999, sum felagið vildi hava við.
Orsøkirnar
- Í semjuni stóðu ymsu økini við meira áløgdum arbeiði. Tey vildu vit hava við undir teimum evnum, sum vit skulu taka upp, sigur Elsa Birgitta Petersen.
- Vit fingu tey við eftir tógvið stríð. Fyri okkum tykist tað nærum, sum vil Fíggjarmálastýrið ikki ganga undir semjuna frá í fjør, sum báðir partar hava skrivað undir. Har stóð m.a., at samráðast skal um arbeiðstíð hjá lærarum. Har sigur Fíggjarmálastýrið so, at so skal eisini takast við ársverk ella arbeiðstíðarnormur hjá lærarum. Hetta stóð ikki í semjuni, men vit hava givið okkum og eru gingin við til at taka ársverk við, men so skulu eisini øll punktini við, sum stóðu í semjuni um meira álagt arbeiði, sigur Elsa Birgitta Petersen, ið fýlist á, at allan vegin hevur tað merkt gongdina í samráðingarstøðuni, at ársverkið hevur verið við, meðan, punkt hjá Lærarafelagnum hava verið tikin burtur.
Ikki bjartskygd
Elsa Birgitta Petersen sigur, at sjálvsagt vónar Føroya Lærarafelag semju.
- Eins og øll onnur, so vóna vit sjálvsagt semju, men orsakað av, at tað gekk so harðliga fyri seg bert at fáa tey tingini við, sum báðir partar hava skrivað undir í semjuni frá 31. oktober, so eru vit ikki serliga bjartskygd. Vit vita, at tað verður eitt stríð at fáa okkara ígjøgnum, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag.
- Vit vilja fegin náa eitt úrslit og semju, men vit ætla ikki at gevast uttan víðari. Vit vilja semju, men ikki fyri ein og hvønn prís, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Páskafrítíðin vápn
- Vit eru klár yvir, at Fíggjarmálastýrið hevur nýtt páskafríðina sum taktiskt vápn. Men vit hava sagt, at vit hava einki ímóti at streyka í páskafrítíðini, men so skulu tey bert gera sær greitt, at hava vit goldið lærarum løn í páskafrítíðini, so fara vit ikki til arbeðis beint eftir frítíðina. Eg haldi, at tað fekk støðuna eitt sindur uppá pláss, metir Elsa Birgitta Petersen.
Undir heilt
Tá samráðingarnar byrjaðu í gjár klokkan 14, merkti tað eisini fyri partarnar í samráðingunum, at teir fóru undir heilt.
- Vit fara undir heilt og úttala okkum ikki, segði Elsa Birgitta Petersen undan samráðingunum í gjár.
Sostatt eru tað bert semingsmenninir, sum nú kunnu koma við viðmerkingum um gongdina í samráðingunum. Málið liggur enn einaferð í teirra hondum.