-Ikki rættvís mynd av triðja samráðingarumfari

Skemtarin og blaðmaðurin, Sjúrður Skaale, arbeiddi í 2000 sum embætismaðurin hjá Høgna Hoydal, ið var landsstýrismaður í sjálvsstýrismálum. Sjúrður Skaale var við undir øllum fýra samráðingunum við danir í 2000. Spurdur um filmurin Føroyar.dk gevur eina veruliga mynd av, hvat fór fram undir samráðingunum við dønum, svarar Sjúrður, at filmurin er reellur, men kortini er hann ikki heilt nøgdur við framsetingina hjá Ullu Boje av triðja samráðingarumfari.
? Í filminum kemur fram, at vit í triðja samráðingarumfari, fóru eina og aleina við uppskoti um at pantseta oljuna, men tað var bert fyri at fáa glið á samráðingar, og tí er myndin av triðja samráðingar umfari ikki heilt rættvís, sigur Sjúrður Skaale.

Hann er annars væl nøgdur við filmin, og serliga vóru innsløgini við Elisi Poulsen og journalistunum væl eydnað og stuttlig. Hann vísir á, tað er torført at gera ein film um júst hetta evni, tí alt var so gruggað og kaotiskt undir samráðingunum, men at Ulla Boye megnar væl at halda fast í tí centrala. Sjúrður letur eisini væl at, hvussu arbeiðið hjá føroysku embætismonnunum verður lýst.

Samráðingar brotið skuldi verið greiðari
Sjúrður hevur tó eitt lítið hjartasuff til Føroyar.dk. Hann heldur, at orsøkin til, at allar samráðingar at enda slitnaðu, kundi komið týðuligari fram í filminum.
- At danir ikki vildu góðtaka okkum sum eitt fólkaretsligt subjekt, og harvið skerja okkara rættindi til at kalla okkum eina tjóð, skuldi verðið greiðari lýst. Tá teir sýttu fyri tí, sýttu teir okkum at samráðast sum javnbjóðis partar, og tað kundi komið týðuligari fram, greiðir Sjúrður Skaale frá.