Ikki rætt at fáa prísin á streymi upp í skattin

SEV Tað verður undir øllum umstøðum brúkarin, sum skal rinda fyri streymin, sama um landið yvirtekur SEV ella ikki

- Tað ger akkurát tað sama, hvør eigur SEV, tí undir øllum umstøðum verður tað brúkarin, sum skal gjalda gildið.
Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, tekur ikki treytaleyst undir við, at tað er neyðugt at landskassin átekur sær størri ábyrgd í sambandi við ætlanina at at byggja landið út við grønari orku.
Hann vísir á, at tað verður undir øllum umstøðum endabrúkarin, sum skal rinda fyri streymin og tær útbyggingar, sum skulu gerast og í roynd og veru tað tað ongan mun um tað verður umvegis skattin ella um tað verður umvegis eitt streymgjald til SEV.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað er rætt at leggja prísin á streymi undir skattin, soleiðis sum umstøðurnar eru.

Má vera samhaldsfast
Men eitt, sum Jákup Suni Lauritsen heldur, er av avgjørdum týdningi, er, at SEV verður verandi ein samhaldsføst skipan sum hevur til endamáls at veita øllum í landinum eina trygga streymveiting fyri sama prís.
Tí er hann ikki heilt tryggur við prátið, sum er frammi summa staðni um at SEV skal einskiljast og seljast privatum.
- Tá er vandi fyri, at tað samhaldsfasta grundsjónarmiðið fær eitt skot fyri bógvin og at prísurin á streymi verður ásettur, har kostnaðurin av honum er.
- Avleiðingin av tí kann vera, at prísurin á streymi ikki verður tann sami í teimum ymsum pørtunum í landinum, so at tey eisini rinda meiri fyri streymin, sum búgva, har tað er dýrt at veita streymin til.
- Tað er ein skipan, sum er væl kend í øðrum londum.
- Og tað verður eitt bakkast fyri útjaðaran í landinum, heldur nevndarformaðurin í SEV.
Hann sær heldur ikki fyri sær, at streymurin verður bíligari, um SEV verður einskilt, tí so skal brúkarin eisini rinda fyri at tann privati veitarin kann hava ein vinning av virkseminum.