Ikki ráð til heilivág

Fyri fimm vikum síðan, tá eg kom oman í Vágsbotn, vóru havhestaungar at fáa á øllum sølubásunum.

Fór yvir til ein vinmann, hann seldi eisini nátar, og hanns egði beinanvegin, at her í Havn er ongin neyð, fólk hava nógvar pengar um hendi. Vit vórðu skjótt samdir um, at í høvuðsstaðnum fáa øll sína føstu løn, sum tey sjálvandi eisini hava uppiborið. Her eru jú flest í almennum ella kommunalum arbeiði. Og lønin fer eisini upp í oktober.
Meðan vit tosa saman kemur ein gomul kona yvir til okkum. Hon gongur seint, hevur stav í hondini og haltar. Gamla konan spyr lítilláta, um hon kann keypa ein hálvan havhestaunga. Nú var heilivágurin, hon mátti taka hvønn dag, blivin so dýrur, tí tann stuðul, hon hevði fingið, var tikin burtur, so nú hevði hon illa nokk pening til tað mest neyðturviliga. Vinmaðurin sigur, at teir plagdu ikki at selja hálvar havhestaungar. So hetta var fyrstu ferð, síðan hon var ung, at hon ikki hevði smakkað náta, sigur gamla konan og fór syrgin frá okkum.
Vinmaðurin er kvikur, tekur ein heilan havhestaunga, koyrir hann í ein posa og gevur konuni hann og sigur, at tað skal onki kosta. Tað var hjarta-nemandi at síggja ta gleði og takksemi, sum skein úr eygnum á hesi gomlu konu.
Henda hending fekk meg at hugsa um tey ísakøldu landsstýrisfólk, sum leggjast eftir teimum sjúku, gomlu, veiku, óhjálpnu og teimum minni mentu, sum øll hava brúk fyri hjálp. Tað verður tikið frá teimum fyri at spara. Hesi fólk hava ikki møguliga at rópa upp og hótta við blokadum ella verkfalli, sum aðrir bólkar gera, og sum bæði løgtingsfólk og landsstýrisfólk hokna undan sum rustaðir seymir, tá hótt verður við slíkum.
Hvar er visión 2015, at øll skulu hava tað gott? Jú, landsstýrisfólk fingu fyri nøkrum árum síðan hækkað sína eftirløn. Tað bleiv gjørt yvir eitt vikuskifti, so var tað í lagi. Og nú aftur lønarhækking. Men hvat við gomlu konuni, sum ikki átti fyri heilivág?