Landssjúkrahúsið er við at fara í knús og støðan er heilt ólukkulig.
Tað er niðurstøðan, nú tað er greitt at tey vera noydd at seta álvarsliga sparingar í verk.
Sparingarnar verða so stórar, at hereftir skulu sjúklingar hvørki rokna við at fáa tann heilivág ella ta røkt, sum teir høvdu fingið undir vanligum umstøðum.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur nú roknað út, at skulu tey framyvir klára at varðveita virksemið á sama støði sum nú, verður neyðugt at fáa 30 milliónir afturat til raksturin til tað, sum er eftir av árinum.
Men nú fíggjarlógin er til viðgerðar í Løgtinginum, kann staðfestast, at ætlanin er ikki, at Landssjúkrahúsið skal fáa neyðugu játtanina.
Skerast inn á bein
Landssjúkrahúsið hevur gjørt vart við, at skal virksemið á okkara høvuðssjúkrahúsi varðveitast óbroytt, skulu tey hava 374 milliónir at arbeiða við í ár.
Men á fíggjarlógini er bara ætlanin at játta teimum 345 milliónir.
Talan er bæði um lønir, olju og aðrar útreiðslur, sum eru munandi hækkaðar og harafturat er heilivágurin blivin munandi dýrari.
Allan Skaalum, stjóri á Landssjúkrahúsinum sigur, at tey nú eru farin at fyrireika seg upp á at seta álvarsligar sparingar í verk.
- Fáa vit ikki meiri pening enn tær 345 milliónirnar, sum nú standa á fíggjarlógini, fáa vit verri enn so varðveitt sama virksemi í ár, sum vit høvdu í fjør, tí so mangla vit heilar 30 milliónir, staðfestir hann.
- Tí verður talan um eina heilt munandi skerjing, tí hetta svarar í veruleikanum til eina skerjing upp á 60 milliónir um árið
Hann sigur, at av tí at talan er um so stórar upphæddir, sum skulu sparast, munar tað onki at koma við avmarkaðum inntrivum.
- Tvørturímóti verður tað neyðugt at skera heilt inn á bein, so hetta fer at fáa heilt álvarsligar avleiðingar fyri virksemið á Landssjúkrahúsinum.
Ikki ráð til heilivág og røkt
Allan Skaalum staðfestir, at skulu 30 milliónir sparast tað, sum eftir er av árinum, munar tað lítið at siga fólki upp, tí tey flestu hava eina uppsagnartíð upp á fleiri mánaðir.
- Skulu vit tosa um at spara í eini knappari vending, sum tað nú verður talan um, er tað einasta sum veruliga munar at avmarka keyp av vørum og tænastum mest møguligt.
Á Landssjúkrahúsinum hevur leiðslan gjørt sær nakrar tankar um, hvussu tey skulu bera seg at vit at spara 30 milliónir, tað, sum eftir er av árinum.
- Ein máti er, at hereftir verður yvirtíð ikki útgoldin, men skal avspákast. Tað verður helst eisini so, at yvirtíð, sum longu er arbeitt, verður heldur ikki útgoldin, men skal avspákast.
Møguleikin fyri at fáa vikarar, verður somuleiðis eisini munandi skerdir fyri ikki at siga, at teir verða heilt burtur.
- Tað merkir, so at samanumtikið má virksemið skerjast.
Men tað verður eisini neyðugt at avmarka keypið av heilivági og øðrum tænastum, mest møguligt.
- Vit mugu síggja í eyguni, at vit mugu rætt og slætt halda uppat at keypa ávísan heilivág.
- Tað fer so eisini at merkja, at sjúklingar fara ikki at fáa tann heilivág, sum teir annars høvdu fingið undir vanligum umstøðum.
Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at tað verður eisini neyðugt útseta allar viðgerðir, sum yvirhøvur kunnu bíða til næsta ár.
- Tað merkir, at skurðviðgerðir og aðrar viðgerðir, sum ætlanin var at gera í ár, verða útsettar til næsta ár, allastaðni har tað yvirhøvur ber til.
- Sostatt verður tað eisini ein avleiðing av sparingunum, at bíðilistarnir fara at longjast munandi, leggur sjúkrahússtjórin afturat.
Mugu heilt á botn
Hann sigur, at hendan sparingin upp á 30 milliónir upp á eitt hálvt ár, svarar til eina sparing upp á 60 milliónir um árið og so verður talan um eitt heilt øðrvísi Landssjúkrahús, enn vit kenna tað í dag.
- So noyðast vit at seta okkum niður og hugsa um at byrja frá nullpunktinum og ganga útfrá at vit onki sjúkrahús hava yvirhøvur. So mugu vit hugsa okkum til, at vit vilja gera okkum eitt sjúkrahús og skulu taka støðu til, hvørjar funktiónir, tað avgjørt er neyðugt at hava á einum sjúkrahúsi og so mugu vit skipa tær fyrst.
- Tað merkir, at í fyrstu atløgu skipa vit eina skaðastovu, eina intensiva deild, eina hjartadeild og eina føðideild.
- Og so mugu vit vita, hvat virksemi, vit annars fáa ráð til afturat, sigur Allan Skaalum.
Hann sigur, at tað, sum fer fram í løtuni, virkar so veruleikafjart, at hann ivast í um hetta veruliga er politiski viljin, ella um talan rætt og slætt er um eina misskiljing og at politikarar veruliga halda, at Landssjúkrahúsið kann rekast ótarnað fyri tær 345 milliónirnar, sum nú eru til taks.
Men tað so fáa vit so at vita í dag og í morgin....
Mugu halda játtanina
Nú hevur Landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum staðiliga víst á, at Landssjúkrahúsið skal ikki spara og vísir tað seg seinni í ár, at neyðugt verður við hægri játtan, skal meiri peningur eisini játtast.
Men hetta liva tey ikki leingi av á Landssjúkrahúsinum.
- Tað er ongin ivi um, at vit noyðast at laga okkara virksemi eftir teirri játtan, sum stendur á fíggjarlógini, sigur Allan Skaalum.
- Higartil í ár hava vit virkað eftir eini bráfeingisfíggjarlóg og tað merkir, at vit skulu hava óbroytt virksemi. Kortini fáa vit eitt hall í ár upp á 30 milliónir krónur.
Men tá ið fíggjarlógin er samtykt, hava vit ikki annað val enn at fyrihalda okkum til hana og halda okkum til játtanina, sum stendur á henni.
Ongin viðmerking
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur ongar viðmerkingar í løtuni, men hann vísir til eina avtalu í samgonguni, at vísir ein kanning, sum nú skal setast í verk, at brúk er fyri meiri peningi, skal samgongan eisini játta meiri.
Men er tað rímiligt, at starvsfólk og sjúklingar skulu liva í óvissu í fleiri mánaðir?
- Tað havi eg onga viðmerking til beint nú.