Ikki ráð at byggja ellisheim í Vági

Býráðslimir í Vági, sum eru ímóti uppskotinum at byggja ellisheim í Vági, siga, at tað er ikki fíggjarliga forsvarligt. Meirilutin sigur, at sambýlið kostar kommununi líka nógv, sum ellisheimið, men ellisheimið gevur nógv meir

Eldrarøkt
 

- Við teirri fíggjarligu orku, sum er í syðru helvt í Suðuroy, er ikki fíggjarligt grundarlag fyri at byggja eitt ellis- og røktarheim í Vági til 32 fólk.
Tað førdi Jógvan Krosslá, býráðslimur, fram á býráðsfundi í Vági fríggjakvøldið.
Hann vísti í hesum sambandi á, at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar um fá ár. 
Hann vísti somuleiðis á, at býráðið hevur áður søkt um stuðul til at byggja sambýlið út, so at pláss verður fyri 10 fólkum afturat.
Hann segði, at hetta er ein nógv bíligari og betri loysn, samstundis sum hann vísti á, at vit hava longu eitt heim til røktarsjúklingar í Suðuroy og at tað eru óráð at hava tvey stór røktarheim.
Stúrt varð eisini fyri, at eitt ellisheim fer at gera tað neyðugt at hækka skattaprosentið minst eitt prosent.
Kirstin Strøm Bech vísti á, at fyri kommununa er lítil munur á at byggja eitt røktarheim til 32 fólk og at byggja sambýlið út til 10 fólk.
­- Landið letur 500.000 krónur í stuðuli til hvørt røktarheimspláss, men bara 50.000 krónur til hvørt pláss á sambýli.
Tað kostar 10 milliónir at byggja sambýlið út til 10 fólk afturat. Tað merkir, at kommunan skal sjálv  fíggja 9,5 milliónir.
Harafturat kostar sambýlið kommununi eina millión um árið í rakstri.
Byggja vit ellis- og røktarheim til 32 fólk, verður parturin hjá Vágs Kommunu 14 milliónir, men kommunan betalir onki av rakstrinum.
Og avdráttirnir verða eina góða millión um árið, so alt í alt er lítil munur á.
Hon vísti eisini á, at alt ávirkar skattaprosentið, men eitt ellisheim skuldi eisini givið kommununi fleiri inntøkur.
Svenning Borg vísti á, at tilboðið frá landsstýrinum var sera gott og at eitt slíkt ellis og røktarheim hevði verið fyrsta, stóra, almenna arbeiðspláss í Vági og tí er talan um eitt rættiligt frambrot.
Og her er talan um trygg arbeiðspláss, sum ikki eru tengd at veðri,  streymi og fiskaloysi.
Sølvi Andreasen vísti á, at landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum hevur gjørt greitt, at eldraøkið verður í øllum førum ikki lagt út til kommunurnar at umsita so leingi tað er so ójavnt við tilboðum til eldri kring landið.Og í øllum førum verður eldraøkið ikki lagt undir kommunurnar í hesum valskeiðnum.