Ikki okkara borð

Stjórin á ALS, ið eisini umsitur útgjaldið úr Barsilsskipanini, sigur, at skipanini ikki leggur seg út í, um arbeiðsplássið setur annað fólk í starv fyri tað, ið fer í barnsburðarfarloyvi. Peningurin verður játtaður arbeiðsplássinum sum lønarendurgjald til starvsfólkið í barsil, onnur viðurskifti á arbeiðsplássinum leggja vit okkum ikki útí, sigur Elisabeth O. Gaardbo.

Elisabeth O. Gaardbo, stjóri á ALS, sum eisini umsitur útgjaldið úr Barsilsskipanini, sigur seg ikki kenna til dømi um, at almennir stovnar lata vera við at seta onnur fólk í starv, meðan onnur eru í barsil.
Men samtíðis vísir hon á, at Barsilsskipanin ikki leggur seg útí, hvørt arbeiðspláss seta onnur fólk í starv fyri tey, ið fara í barnsburðarfarloyvi. Hetta er heldur ikki uppgávan hjá Barsilsskipanini.
- Uppgávan hjá Barsilsskipanini er stutt og greitt at veita arbeiðsplássum endurgjald fyri lønarútreiðslur til starvsfólk, sum eru í barnsburðarfarloyvi. Hetta verður gjørt, eftir at bæði arbeiðsgevari og starvsfólkið sjálvt hevur váttað, at viðkomandi er í barnsburðarfarloyvi, sigur Elisabeth O. Gaardbo.
Barsilsskipanin leggur seg ikki útí, hvat síðan hendir á arbeiðsplássinum, tí skipanin koyrir einsíðis uppá, at ein persónur fer í barsil.
- Vit leggja okkum ikki útí, hvat stovnarnir síðan gera, tá lønarendurgjaldið úr Barsilsskipanini er komið uppá pláss, og tí veit eg ikki, um stovnar nýta hesa mannagongd, sigur Elisabeth O. Gaardbo.