Ikki ónossligt at fáa 150.000

Tað var við skálkinum bak oyr­að, at Bjørn Kals­ø, lands­stýr­is­mað­ur í menta­mál­um, hand­aði Tóroddi Poulsen Ment­an­ar­heið­urs­løn Lands­ins á há­tíð­ar­haldi í Klaksvík týs­kvøldið.

Tóroddur legði ikki fingr­ar­nar ímillum, tá hann í Degi & Viku varpaði út til Føroya fólk, hvat hann hevði gjørt, um Bjørn dittað sær at koma á fram­sýn­ing­ina, sum var á F­a­brikk­ini hjá Østrøm fyri jól.
– Eg hevði skrætt nossini und­an honum, ljóðaði ber­søgna við­merk­ing­in frá lista­mann­i­num, sum er ein av teim­um fleiri enn hundr­að list­ar­fól­k­um, sum boy­kotta lands­stýr­ið – og sum ikki vilja lut­taka í nøkr­um há­tíð­ar­hald­ið­, sum lands­stýrið skip­ar fyri.
– Men tá man fær 150.000 skatt­a­fríar krónur frá lands­stýr­is­mann­i­num, so kunnu noss­ir vera nossir og boykott vera boykott...