Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Paula Magnussen
- Tað gevur ikki ordiliga meining, at ein klædnahandil hevur fingið sær navnið Staðið. Tað hevur einki við klæðir at gera. Men okkara navn gevur meining, tí at hetta er staðið har ið tey ungu møtast.
Tað segði ein av ungu gentunum, ið vanliga plagar at vera í vælumtókta ungdómshúsinum í Vestmanna, við Rás2.
Talan er um íkomnu orrustuna millum ungdómshúsið í Vestmanna og klædnahandilin í Havn, sum bæði nú bera sama navn. Ungdómshúsið í Vestmanna, hevur havt navnið Staðið, síðani januar 2008, eftir at navnakapping var gjørd.
Tey ungu eru sjálvi komin við navninum, og eru glað fyri hetta navnið. Av tí sama hava hvørki ungdómurin ella leiðarin fyri ungdómshúsið í Vestmanna tikið væl ímóti, at ein klædnahandil í Havn, hevur fingið sær sama navn sum teirra ungdómshús.
-Eg trúgvi, at um hon (stjórin í klædnahandlinum, red.) hevði leitað á alnótini eftir navninum, t.d. tikið Google, so hevði hon ivaleyst rent seg í hetta navnið, sigur Pauli Magnussen, leiðari, sum ikki heldur tað vera eina nóg góða undanførslu, at tey ikki hava hoyrt um hetta navnið áður.










