- Ikki neyðugt við skerjing av fiskidøgunum

Fiskidagarnir eru til triðju viðgerð í dag. Jónsvein Knudsen, formaður í Felagnum Trolskip, sigur, at ætlaða endamálið við dagaskipanini skal røkkast, og at føroyingar skulu innstilla veiðuorkuna eftir, hvat ávísu stovnarnir tola. So eigur eingin niðurskurður at verða, sigur hann.

Formaðurin í felagnum Trolskip vísir á, at hyggur tú nærri at uppruna veiðusetninginum fyri dagaskapina, sum sigur, at vit skulu veiða 33 prosent í miðal komandi fimm árini, er serliga upsaveiðan, sum fylgir veiðusetninginum. Tað vil siga, at veiðuorkan er rætt innstillað, sigur Jónsvein Knudsen.

- Tað verða ikki sílaðir meira sjógvur av trolarunum í komandi ár, enn í ár. Fyri komandi ár eru fleiri leiðir stongdar, og um sama nøgd av sjógvi verður síla á einum minni øki, ja, so sigur tað seg sjálvt, at upsaveiðan minkar. Løgið skuldi verði um upsarnir søkja út frá trolfríðu økjunum út á troløkini, sigur hann við heimasíðuna hjá Felagnum Trolskip.