- Í orðabókini hjá miðlunum eitur óeinigheit í bý og bygdaráðum norðan fyri suðuroyarfjørð: “Politiskar ósemjur”, meðan tað sama fyribrigdið á Tvøroyri verður í miðlunum kallað bygdaklandur. Her verða øll tvøráfólk stemplað sum klandursvætti, tá ósemja er ímillum býðráðslimir ella rættari býráðslim ella enn rættari borgarstjóra og meirilutan, skrivar Signar Dam, formaður í Javnaðarfelagnum á Tvøroyri, í lesarabrævi til Sosialin.
Orsøkin er, at seinastu vikurnar hevur stríð tikið seg upp í býráðnum á Tvøroyri, eftir at Kristina Roest, býráðslimur, valdi at skipa meiriluta saman við Javnaðarflokkinum í býráðnum og harvið misti Kristin Michelsen meirilutan og er nú í minniluta á Tvøroyri. Allar súður eru tó ikki syftar enn, tí mikukvøldið skulu nevndirnar í býráðnum á Tvøroyri skipast av nýggjum eftir ynski frá meirilutanum, og kemur hesin fundur á dagsskrá áleið ein mánað eftir, at meirilutin upprunaliga bað um hendan fundin. Í kjalavørrinum av hesari ósemjuni á Tvøroyri hevur nógv tos verið um, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður drigin upp í ósemjuna og at samgongan á tingi kann koma til at merkja sviðan av orrustuni á Tvøroyri. Men formaðurin í Javnaðarfelagnum á Tvøroyri, Signar Dam, vil ikki hava sitandi á sær ella tvørafólki annars, at øll eru klandursvætti orsaka av hesum.
- Í Fuglafirði sat borgarstjórin Sonni á Horni í minniluta ein part av valskeiðinum, tí Dánjal Vang fór úr meirilutanum. Eg minnist ikki at allir fuglfirðingar blivu skýrdir klandursvætti av hesi orsøk. Í Havn sat Poul Michelsen sum minnilutaborgarstjóri eina tíð, tí Eliesar Arge fór úr meirlutanum. Eg minnist heldur ikki, at allir havnafólk vórði skýrdir klandursvætti av hesi orsøk. Sjálvandi ikki, skrivar Signar Dam í dag.
Tó so viðgongur hann í lesarabrævinum, at "okkurt klandursvætti er á Tvøroyri, treyðugt so".