Ljóðið, sum kemur frá útstoytinum á bilum, er ikki einans ein tilvildarlig blanding av ljóðinum frá motorinum og útstoytinum, men er ein vísindi fyri seg sjálvan. Ljóðið verður fyrst skilt sundur og mált hvørt fyri seg, síðan verður tað sett saman aftur fyri at fáa tað heilt rætta ljóðið frá útstoytinum.
Uppgávurnar sum útstoytsverksmiðjurnar fáa frá bilverksmiðjunum verða alsamt størri og meira krevjandi. Tá ein nýggjur bilur verður konstrueraður, verður eisini hugsað um, hvussu hann skal ljóða. Serliga eru tað teir stóru og dýru bilarnir og sportvognarnir, ið skulu ljóða sum tað, teir veruliga eru.
Verkfrøðingarnir arbeiða við framkomnum konceptum. Teir hava til dømis eftirlit við óljóðinum, broyti-ligum geometri-skipanum og ymiskum katalysatorum. Eisini verður arbeitt við, hvussu ljóðið frá útstoytinum ávirkar ljóðið í kabinuni.