Ikki grundarlag at døma mannin fyri dráp

Týsdagin var ein 26 ára gamal maður í Landsrættinum fríkendur fyri dráp. Hann var ákærdur fyri sum 17 ára gamal at hava dripið fyrrverandi unnustu sína, ta tá 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen.

Sum vit skrivaðu týsdagin, so fegnaðist verjin hjá manninum, Karina Skou, og segði, at tað eru nógv ár, ið klientur hennara hevur havt hetta málið hangandi yvir sær.

 

Tað eru liðin níggju ár síðani, at tann 16 ára gamla gentan doyði í Hvannasundi, og týsdagin gjødi Landsrætturin av, at tann 26 ára gamal maðurin skal fríkennast fyri dráp. Harvið er dómurin endaligur.

 

Avgerðin hjá landsrættinum er ein staðfesting av avgerðini hjá Føroya Rætti í juni í fjør. Tá fríkendi Føroya Rættur eisini mannin.

 

Nevningatingið í landsrættinum var tó ikki á einum máli um avgerðina. Fýra nevningar hildu, at hann skuldi dømast fyri dráp, men fimm nevningar og tríggir juridiskir dómarar vildu fríkenna.

 

Úrskurðurin hjá rættinum í málinum er soljóðandi:

 

(Landsrettens begrundelse og resultat

 

5 nævninger og 3 dommere udtaler)

 

»Maria var funnin deyð 21. november í 2012, og líksýnið staðfesti, at deyðsorsøkin var drukning. Funnir vóru ikki skaðar ella líknandi, sum gav høvi til víðari kanningar, og tað var við hesum avgjørt ikki at gera rættarliga kanning av líkinum.

 

Seinni eru framd ein umfatandi kanning, herundir fleiri tekniskar kanningar, líkið grivið uppaftur og obduktión av tí deyu, vitnisavhoyringar og avlurtingar við meira. Við obduktiónina var deyðsorsøkin ikki endaliga klárløgd, men okkurt varð funnið, sum kundi bent á eitt moment av drukning. Eingin skaði var funnin á líkinum undir líkkanningini, sum kundi benda á, at hon hevði verið útsett fyri eini brotsgerð, herundir greið tekin um, at hon var skumpað á sjógv. Eitt merki á pannuni á líkinum verður mett til ikki at vera komið, meðan hon var á livi, men kundi verið komið, tá hon doyði.

 

Ákærdi og Maria høvdu stutt fyri minátt tann 20. november 2012 eitt longri sms samskifti, har tey avtalaðu at hittast. Staðið, tey skuldu hittast, var nærindis staðnum, Mortans Brúgv, har gummistilvarnir hjá Mariu seinni vórðu funnin á sjónum. Síðstu sms boðini á telefonini hjá Mariu eru send 20. november klokkan 02.32. Klokkan 02.42 sendi telefon hennara eini IMSI detach-boð, sum eftir tekniskar kanningar helst er sent, tí telefonin er sløkt manuelt. Telefonin varð seinni funnin í lummanum hjá druknaðu.

 

Les eisini: Fríkendur fyri morð í Landsrættinum

 

Ákærdi hevur greitt frá, at hann og Maria hittust sum avtalað hesa náttina, har tey høvdu eitt stutt prát, og síðani fór hann frá henni. Ákærdi hevur eisini greitt frá, at forholdið hjá honum og Mariu var endað í mai í 2012, tá hann gjørdist unnusti við E. Maria var kedd av hesum og lat hann ikki fáa frið. Hann bað hana undir samrøðuni, um at lata vera við at vera saman við vinum hansara, og hon gjørdist kedd av tí. Frágreiðing hjá ákærda um brotið og kenslurnar hjá Mariu aftaná fyri honum er stuðlað av øðrum vitnisfrágreiðingum og prógvum í málinum.

 

Fleiri vitni hava greitt frá, at ákærdi fyri teimum hevur latið skilt, at hann drap Mariu.

 

E hevur greitt frá, at ákærdi við eitt høvi, meðan hann var unnisti hennara, hevur greitt frá, at hann drap Mariu við at taka í beinini á henni og halda henni undir vatninum.

 

J, sum sat í arrestini í Føroyum saman við ákærda, hevur fyri rættinum greitt frá, at ákærdi hevur sagt honum, at maria var í sjónum, og at ákærdi hevði hildið ella trýst hana niður í vatnið, eins og at ákærdi hevði havt telefonina hjá Mariu, eftir at hon var deyð, og at foreldur hennara høvdu roynt at ring til hennara.

 

Vitnið N, sum eisini sat í arrestini saman við ákærda, hevur greitt frá, at ákærdi í arrestini segði honum, at hann hevði skumpað fyrrverandi unnustuna á sjógv.

 

Vitnið M hevur greitt rættinum frá, at ákærdi, meðan hann var á Retspsykiatrisk Afdeling í Middelfart hevði sagt henni, at hann skumpaði fyrrverandi unnustuna á sjógv, helst tí at hon hevði verið honum ótrúgv. Vitnið greiddi Landsrættinum frá, at hon kundi ikki minnast nakað um eina havn og sjálvmorð.

 

Hesar fýra vitnisfrágreiðingar eru í ein vissan mun stuðlaðar av øðrum vitnisfrágreiðingum um, hvat er sagt av hesum vitnum, meðan onnur vitni, sum skuldu havt verið til staðar, meðan ákærdi segði frá um hendingina í Hvannasundi, ikki hava kunna váttað, at ákærdi skulu hava sagt sum frágreitt. Tað eru eisini vitnisfrásagnir um, at ákærdi hevur sagt annað. Millum annað hevur vitnið A, sum var vinur við ákærda, greitt frá, at ákærdi einaferð segði honum, at Maria gjørdi sjálvmorð við at loypa á sjógv.

 

 

 

Ákærdi hevur áður noktað at hava sagt vitnum, at hann hevur dripið Mariu.

 

Tað gongur aftur í vitnisfrágreiðingunum um, at ákærdi skuldi hava sagt, at hann drap Mariu, at frágreiðingarnar um tað ikki fara í smálutir, eru í yvirorðnaðum vendingum og lutvíst innanhýsis ósamsvarandi. Einki av vitnunum hevur spurt nærri til tað, sum ákærdi skal hava sagt teimum, partvís tí at tey í støðuni ikki trúðu honum. Vitnini hava harafturat ikki greitt frá upplýsingunum fyrr enn langt eftir, at tey høvdu tosað við ákærda.

 

Frágreiðingin hjá J um telefonina hjá Mariu passar illa við, at telefonin varð funnin í lummanum hjá henni.

 

 

 

Undir hesum umstøðum koma vit fram til, líka mikið um tað verður lagt til grund, at ákærdi hevur sagt so, sum vitnini siga, at tað sum sagt er, hvørki hvør sær ella tilsamans, hevur so greiðan karakter, at tað í sær sjálvum er nóg gott prógv fyri at fella dóm í revsimáli.

 

Tað er, líka mikið tað umfatandandi kanningararbeiði, ikki komin fram greið objektiv prógv, sum stuðla vitnisfrágreiðingarnar ella á annan hátt lýsa nærri umstøðurnar í sambandi við deyða Mariu, herundir um Maria doyði av brotsverki ella á annan hátt.

 

Vitnini K, MP og AS hava greitt frá, at tey umleið tað tíðspunktið, Maria doyði, hoyrdu eitt skríggj. Frágreiðingar hjá vitnunum eru við atliti til eksakt dato og tíðspunkt hinvegin ógreiðar og lutvís skiftandi og stuðla heldur ikki á avgerandi hátt ákæruna ímóti ákærda.

 

Hereftir, og tí vit geva gætur, at tað eftir próvførsluna ikki kann metast útilokað, at Mari kann vera deyð av øðrum orsøkum, finna vit, at tað ikki eru nóg góð prógv fyri, at ákærdi hesa náttina tveitti ella skumpaði Mariu á sjógv.

 

Vit atkvøða hereftir fyri at fríkenna ákærda fyri ákæruna. Tað er við hesum ikki grundarlag fyri at taka støðu til, um ákærdi við at hava skumpað Mariu á sjógv, kann hava gjørt seg sekan í at hava brotið aðrar revsiásetingar.

 

 

 

Fýra nevningar siga:

 

Vitnini E, J. N og M hava hvør sær greitt frá, at ákærdi hevur sagt teimum, at hann drap Mariu.

 

Vit halda, at tað við hesum vitnisfrágreiðingum og upplýsingum í málinum annars er nóg góð trygd til at fella dóm við neyðugari vissu, at ákærdi hesa náttina tilætlað drap og tveitti ella skumpaði Mariu á sjógv og síðani fór frá henni, soleiðis at hon druknaði. Vit atkvøða tí fyri at at finna ákærda sekan í ákæruni.

 

 

 

Thi bestemmes:

 

Tiltalte frifindes for den rejste tiltale.«