Ikki fyrstu ferð at øll fáa stig

Talan er um gott evropeiskt fótbóltsár fyri føroyskan fótbólt, tí øll tey føroysku liðini megnaðu at fáa stig í einum av dystunum.

Fýra lið hava hesa vikuna verið í altjóða uppgávum fyri føroyskan fótbólt. HB, ÍF, B36 og Vìkingur hava øll leikt altjóða dystir hesa vikuna, har HB og Víkingur leiktu seg víðari í ávíkavíst Champions League og Europa League. ÍF og B36 ruku út, men allíkavæl fingu bæði liðini stig í øðrum av sínum dystum.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at øll tey føroysku liðini fáa stig í einum av sínum dystum, tí í 2001 fingu VB, HB, GÍ og B68 øll stig í einum av dystunum, tá tey høvdu altjóða avbjóðingar.

 

VB spældi á heimavølli 0-0 javnleik í fyrra dystinum móti Slavia Mozyr úr Hvítarusslandi.

 

HB spældi í sínum fyrra dysti 2-2 javnleik á Tórsvølli móti Grazer AK úr Eysturríki.

 

GÍ spældi eisini í sínum seinna dysti javnleik á heimavølli. Teir spældu 1-1 á Svangaskarði móti FC Obilic úr Serbia.

 

Seinasta liðið, ið eisini fekk stig tað árið var B68, sum í seinna dystinum spældi 0-0 javnleik á útivølli móti FC Lokeren úr Belgia.

 

Einki av teimum liðunum kom tó víðari í Evropa tað árið.