Ikki fleiri uppsagnir í PF Betri

- Vit hava sum er ongar ætlanir um fleiri uppsagnir í stápsfunktiónunum, er boðskapurin hjá Ben Arabo, samtaksstjóra hjá PF Betri.

 

Herfyri segði PF Betri fimm fólkum úr starvi, og í sínari kunning til starvsfólkini í samtakinum segði samtaksstjórin, Ben Arabo, at felagið sum er ongar ætlanir hevur um fleiri uppsagnir í stápsfunktiónunum, sum hann tók til.

 

- Tað er nú skjótt eitt ár liðið, síðan samanleggingina, tá fýra feløg blivu til eitt samtak, og vit fingu ein nýggjan bygnað, har allar stápsfunktiónir vórðu fluttar úr rakstrarfeløgunum yvir í PF Betri. 


 

Í sínari kunning vísti stjóri á, at táverandi leiðsla í samband við samanleggingina valdi ikki at gera optimeringar á starvsfólkaøkinum, hóast nýggi bygnaðurin legði upp til tað.

 

- Hetta var tað rætta at gera tá fyri at fáa frið um samanleggingina, men eg hugsi, at flestu vita, at støddin á PF Betri hevur verið ov stór, og bygnaðurin ikki nóg einfaldur í mun til tann tørv, sum er á tænastum til rakstrarfeløgini.


 

Samtaksstjórin vísti á, at virksemið í PF Betri skal tillagast, og tí eru nú broytingar gjørdar, sum førdu við sær, at nøkur starvsfólk vórðu søgd úr starvi.


 

Hann segði, at av teimum fimm starvsfólkunum í PF Betri, sum vórðu søgd úr starvi, vóru trý á KT & Menningardeildini, eitt á fíggjardeildini og eitt á stjórnarskrivstovuni.

 

- 
Harumframt eru nøkur fólk farin úr starvi í farna ári, har nýggj ikki eru sett í staðin. Eisini valdu tveir leiðarar at fara frá sjálvbodnir. Tilsamans minkar starvsfólkahópurin tí, uttan at neyðugt hevur verið at gera ov nógvar uppsagnir.

 

Ben Arabo segði, at PF Betri er í einari broytingartilgongd, og samtakið verður framhaldandi optimerað, og hann legði aftrat, at hetta verður gjørt í mun til mannagongdir, skipanir, tænastustøði og annað.

 

- Vit hava sum er ongar ætlanir um fleiri uppsagnir í stápsfunktiónunum, men vóna og vænta, at nýggi bygnaðurin verður tann rætti fleiri ár framyvir, segði samtaksstjórin sum tók við starvinum hin 1. desember í fjør.