Annar av málskjúttunum, Páll Mohr Joensen, vil ikki siga, at HB hevur fingið fótin fyri seg nú.
- Vit siga hvørjaferð, tá vit hava vunnið, at nú verður øðrvísi. Vit skulu ikki hugsa longur enn um komandi uppgávuna, sigur hann.
Um dystin á Skála, staðfestir málskjúttin, at tað var torført at spæla á vøllinum.
- Hann var sera turrur, og ferð kom ongantíð á bóltin. Tað var eisini ein orsøk til, at dysturin ikki varð vælleiktur. Fleiri tilvildarstøður vóru, men tað var ikki avgerandi. Vit vóru við yvirlutan, og sigurin var uppiborin.
Rúni Nolsøe, venjari, hevði broytt uppstilling undan dystinum – hvønn týdning hevði tað?
-Vit kunnu so staðfesta, at tað riggaði. Men sum sagt, vit spældu ikki væl, staðfestir Páll Mohr Joensen.










