Ikki eiti á - sum Dimmalætting er blíð

   

Dorthe Gyldenkærne, Velbastaður
???????????????????????????


Er Dimmalætting vorðin millumhandlari í sølu av konufólki og sex?
Tað er ikki einum hvørjum fyri, at fáa ókeypis lýsing frá okkara gulu uppafturprentaða á forsíðuni á Dimmalætting - og ikki at gloyma við eini lítlari, stillisligari viðmerking um, at lýsingin fer ikki at verða tikin uppaftur.
"Sum tað er synd í lýsaranum," sigur Dimmalætting, "hann má avgjørt fáa okkurt afturfyri, vit kunnu ikki loyva okkum annað! Besta lýsingaplássið í blaðnum - mitt á forsíðini - heilt ókeypis - tað er tað minsta, vit kunnu bjóða honum afturfyri!! Kanska áttu vit at sagt honum, at vit eisini fara at lýsa fyri einari lítlari sexy heimasíðu í morgin - heilt diskret á forsíðini - og sjálvandi ókeypis fyri lýsaran!"