Alfred Olsen, løgtingsmaður
Eftir atkvøðugreiðsluna sum var í løgtinginum mikudagin 13. desember, og úttalilsini hjá løgtingsformanninum í Sosialinum sama kvøld, kenni eg meg noyddan at boða frá, at eg als ikki taki undir við sjónarmiðinum, um at atkvøðugreiðslan er ein sigur fyri Føroyar. Tvørturímóti, so hava 17 tingmenn við hesum bent tí føroyska samfelagnum inn á eina vandakós, har næstu stigini verða skrásett paralag, loyvi til adoptión o.s.fr.
Hetta er ikki tað, sum flokkurin ið eg umboði, Sambandsflokkurin, hevur staðið fyri, og sjálvur fari eg at halda fast við ta kós, sum flokkurin hevur havt síðani hann var stovnaður fyri 100 árum síðani.
Tíðin fer at vísa, at atkvøðugreiðslan í tinginum tann 13. desember 2006, er ikki ein sigur fyri Føroyar.