Verkfall
Suðuroy: Avleiðingarnar av verkfallinum, hjá Skipara og Navigatørfelagnum verða meiri og meiri sjónligar. Og enn sum áður, er tað útjaðarin í Føroyum, sum er harðast raktur, samstundis sum alt gongur sína púra vanligu gongd í miðstaðarøkinum.
Fyri nøkrum døgum síðani var bæði olja og bensin uppi í Vágum.
Men nú eru bilar, ið brúka diesel, eisini av álvara farnir at fækkast á vegunum í Suðuroy, tí nú er heldur onki auto-diesel eftir har.
Tað er meiri enn ein vika síðani, at dieseloljan til bilar var uppi í syðru helvt í Suðuroy, men nú er er tomt allastaðni í oynni.
Onkrar støðir høvdu eitt sindur eftir í gjár, men tey væntaðu, at tað fór at vera uppi, sum dagurin leið.
Hinvegin er ongin vandi fyri at goymslurnar av bensini og gassolju til húsarhald, fara at ganga undan.
Orsøkin til, at dieseloljan til bilar er farin at ganga undan, er, at ongin goymsla er til hesa oljuna í oynni.
Shell og Statoil senda tangabilar norður um fjørð við Smyrli, tá ið tørvur er á tí, men tað ber ikki til, so longi verkfallið hevur lagt Strandferðsluna lamna.
Hinvegin eru goymslur til bæði bensin og gassolju til húsarhald, so tað fer ikki at ganga undan.
Bæði Statoil og Shell siga, at dieselolja til bilar er ikki tað sama, sum gassolja til húsarhald, hóast nógv halda tað.
Viðhvørt hevur verið brúkt at koyra gassolju til húsarhald í tangan í bilinum, men tað er avgjørt ikki ráðiligt nú.
?Nógvir persónbilar hava so fíntfølandi motor, at teir tola als ikki gassoljuna, siga Tummas Thomsen á Shell í Suðuroy.
Tað er eitt sindur øðrvísi við lastbilum, men hann sigur, at tað avgjørt er fyri egnu ábyrgd, at gassolja verður koyrd í tangarnar, tí teir mæla ikki til tað.
Bæði Statoil og Shell siga, at har koyra tey ikki gassolju í tangarnar á bilunum, men hvat fólk gera sjálvi, stendur fyri egnu ábyrgd.
Annars ljóðaði í gjáramorgum, at ein tangabátur skuldi koma suður við dieselolju til bilar, men ongin visti, nær tað for at vera.
Men hetta vita oljufeløgini onki um.
?Tað eru ongar ætlanir um at senda bát suður við autodiesel, sigur Hákun Djurhuus á Føroya Shell og tað sama sigur Hans Waag á Statoil.