Sum støðan er nú, er ikki brúk fyri einum stórum skúla í miðbýnum í Havn.
Tað staðfestur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann sigur, at tað búgva so fá fólk í miðbýnum, at sum støðan er nú, er ikki neyðugt at gera Kommunuskúlan aftur til skúla.
Nógv kjak hevur verið um, hvat kommunuskúlin í miðbýnum í Havn skal brúkast til og í hesum sambandi hava eisini býráðslimur staðfest, at hann skal gerast til skúla aftur
Men hesum er borgarstjórin ikki samdur í og samstundis hartar hann teir býráðslimir, sum í óðum verkum hava kunngjørt, at hann skal gerast aftur til skúla.
Heðin Mortensen sigur, at býráðið er í ferð við at gera eina heildarloysn á øllum skúlaviðurskiftunum í Havnini.
Aðrir møguleikar
Hann sigur, at allur skúlabygnaðurin í kommununi má loysast undir einum.
Tí harmast hann um, at býráðslimir longur hava boðað frá, at Kommunuskúlin skal gerast aftur til skúla.
Hann sigur, at summir býráðslimir hava ikki megnað at geva málinum eina virðiliga viðgerð.
- Vit býráðslimir kunnu ikki loyva okkum at arbeiða bert fyri ein ávísan skúla, tí onkur í býnum trýstir eftir júst hesi loysnini, sigur borgarstjórin í Havn.
Hinvegin sigur hann, at í býráðnum hava tey ein álvarsaman trupulleika at loysa, nevniliga at fáa fleiri íbúðarmøguleikar til allar aldursbólkar í miðbýnum.
- Eg sjálvur havi verið skeptiskur at brúka nógv yvir 100 milliónir uppá Kommunuskúlan, sum hóast umvældur framvegis er ein gamal skúlabygningur, sigur Heðin Mortensen
- Eg havi áður luftað tankar um aðrar møguleikar við bygninginum, sum kann vera við til at skapa meira virksemi í miðbýin eisini sum liður í miðbýarætlanini, sum býráðið hevur sett sjøtul á.
Hann sigur, at ein kanning hjá undanfarna býráði vísir, at vinningurin av at umvæla Kommunuskúlan og Venjingarskúlan, sum eisini er uppslitin og ótíðarhóskandi, stendur ikki mát við prísin tað kostar at umvæla teir og sum ein nýggjur skúli gevur lærarum og næmingum.
Men hetta býráðið hevur so samtykt at taka allan spurningin upp av nýggjum at finna eina heildarloysn og fyrrenn hon er samtykt, ber ikki til at siga, hvørjir skúlar vera hvar.