– Sjálvandi vilja vit altíð vinna, men spælið rakk bara ikki til meira enn hetta. Og tá vit nú skuldu spæla um fimtaplássið, so vildu vit sjálvandi vinna tann dystin, segði Jón Falkvard.
Eisini Høgni Viderø helt, at mansliðið neyvan hevði uppiborið meira enn eitt fimtapláss, men at tað var keðiligt at enda so niðarlaga.
– Vit komu heldur seint í gongd, og tapið fyri Gotlandi kostaði okkum nógv. Men tá tað nú skuldi verða soleiðis, eru vit glaðir fyri, at vit vunnu henda seinasta dystin ímóti Jersey, segði hann.