Ikki bara í Miðeystri

Sum verandi heimsins størsta oljugoymsla, so er tað ikki løgið, at nógv av tí, sum Simmons førir fram, snýr seg um Miðeystur og serstakliga Saudi-Arabia. Ikki minst tí tað neyvan nakra aðra staðni í verandi goymslum ber til - soleiðis uttan víðari - at økja framleiðsluna við fleiri milliónum tunnum um dagin.
Men støðan aðra staðni er lítið frægari. Í 1985 megnaði USA einsamalt at framleiða 8,9 mió tunnur av olju um dagin. Í 1990 var talið fallið til 7,3 mió/dagin, og í dag er framleiðslan 5,1 mió tunna um dagin. Hetta hóast oljuframleiðslan í dag verður mett at vera 100% effektiv. Hóast raffandaríini í dag framleiða alt samdøgrið og hóast eingin ídnaðarferia verður hildin.
Samstundis er orkunýtslan vaksin somikið nógv, at heimsins størsta ídnaðarsamfelag, sum eitt langt skifti megnaði at nøkta sín egna oljutørv, í dag noyðist at innflyta einar 11 mió tunnur av olju um dagin.
Hartil skal eisini hugsast um metvøksturin í asiatiska búskapinum. Ein vøkstur, sum uttan nakran sum helst iva fer at hava ein alsamt vaksandi eftirspurning við sær, uttan at hesi lond sjálvi megna at nøkta tann tørvin við egnari framleiðslu.
Og í Norðsjónum er sama støðan. Hóast nýggj leiti- og framleiðslutøkni fyri bara 10 árum síðani gav vónir um, at verandi fundini bara vóru byrjanin, so hevur veruleikin verið ein annar. Tað vísur seg nevnliga, at síðani 1999 er framleiðslan í Norðsjónum minkað við 25%, enn er einki fund gjørt av slíkari stødd, at tað talar fyri einum vøkstri í bræði.