Sportalurin hevur nú frætt frá forsetanum í IFFHS, altjóða felagsskapinum fyri fótbóltshagfrøðingar og fótbóltssøgufrøðingar.
Alfredo Pöge, sum er forseti í IFFHS skrivar soleiðis í einum teldubrævi sent í morgun :
- The oldest goalkeeper was Alexander Morten (Crystal Palace FC London), who played on 8th March 1873 for England (4:2 vs. Scotland) in London. He was on this day 41 years and 113 days.
Following it is very probably that Jákup Mikkelsen is the oldest active national goalkeeper of all time.
Tað margháttliga við Alexander Morten (1831-1900) var, at landsdysturin í 1873 gjørdist tann einasti landsdysturin Alexander Morten spældi fyri enska landsliðið. Dino Zoff úr Italia var 41 ár og 3 mánaðir, tá hann spældi sín seinasta landsdyst fyri Italia í 1983. Pat Jennings var akkurát 41 ár, tá hann vardi málið hjá Norðurírlandi á seinasta sinni.
Ensku Peter Shilton og David James og skotski Jim Leighton vóru 40 ár, tá teir spældu sínar seinastu landsdystir sum málverjar hjá ávíkavist Onglandi og Skotlandi. Birkir Kristinsson var eisini 40 ár, tá hann vardi íslendska málið á seinasta sinni. Neville Southall var 39 ár, tá hann gavst á walisiska landsliðnum, og Bruce Grobelaar var eisini 39 ár, tá hann vardi málið hjá Zimbabwe á seinasta sinni. Jose Chilavert gavst á landsliðnum hjá Paraguay, tá hann var 38 ára gamal.
Sportalurin og Miðlahúsið ynska Jákupi Mikkelsen - í ljósinum av svarinum hjá Alfredo Pöge, sum er forseti í IFFHS - hjartaliga tillukku við heimsmetinum, og harvið evropeiska og norðurlendska metinum, sum tann elsti landsliðsmálverjin nakrantíð, sum hevur vart málið hjá einum A-landsliði í einum FIFA-skrásettum landsdysti.
Jákup Mikkelsen var 42 ár og ein dag gamal, tá hann vardi føroyska málið á Laugardalsvøllinum í Íslandi tann 16. august í ár.