ÍF Føroyar Fimleikur næstbest til DM

ÍF Føroyar Fimleikur endaði á einum deildum øðrim plássi til DM, sum varð hildið í Greve

Føroysku fimleikakvinnurnar í Danmørk hava staðið seg avbera væl í donskum kappingum. Fyrr í ár vórðu tær sælendskir meistarar, og í dag endaðu tær á einum deildum øðrum plássi í kappingini um danmarksmeistaraheitið. 

 

Á Facebook-vanganum hjá liðinum skriva tær:

- So er kappingin liðug, og vit endaðu á einum deildum øðrum plássi saman við Taastrup við 24,95 stigum. Vit eru avbera væl nøgdar við úrslitið. 

 

Stigini hjá ÍF Føroyum Fimleiki fullu soleiðis: 

Tekniskt: 4,45

Listarligt: 2,20

Framførsla: 6,70

 

Gentuliðið hjá Ljósinum luttók sum gestalið. Til ber at síggja upptøkur av bæði Ljósinum og ÍF Føroyum Fimleiki á facebook-vanganum hjá ÍF Føroyum Fimleiki.