ÍF er stórfavorittur móti B68

Tað er ongin ivi um hvør er favorittur undan fjórðingsfinaluni á Toftum í kvøld

Í kvøld spæla B68 og ÍF útsettu fjórðingsfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Veddingarfyritøkurnar eru ikki í iva um, at ÍF er favorittur at koma í hálvfinaluna saman við EB/Streymi, HB og Víkingi.

 

Les eisini: Karl vil í finaluna!

 

Nordicbet, sum er ein av veddingarfyritøkunum, ið hevur føroyskan fótbólt, hevur ÍF sum stórfavoritt. Oddsini uppá sigur til ÍF er 1.70. Oddsini upp á ein sigur til B68 gevur pengarnar heilar 4.05 ferðir aftur. Ein javnleikur gevur pengarnar 3.50.

 

Higartil eru tað favorittarnir, sum eru komnir víðari. EB/Streymur og VÍkingur eru steypaliðini í føroyskum fótbólti eftirhondini. Tey hava eisini myndað finaluna tvey tey seinnu árini. HB er FM favorittur og sterkasta liðið á papírinum.

 

ÍF er tvífaldur silvurvinnari í landskappingini, meðan B68 er uppflytari. Tí er trýsti størri á ÍF at vinna í kvøld. Albert Ellefsen segði fyrr í ár við Sosialin, at ÍF raðfestur steypakappingina høgt.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum í kvøld, sum byrjar klokkan 19.