Eftir at seks dystir eru spældir, og tað harvið hevur verið fótbóltur í 6 ferðir 30 minuttir í Gundadali, eru tað skorað trý mál. Tey eru øll skorað í einum og sama bólki, og ÍF hevur skorað tvey av teimum.
Dysturin millum grannarnar í ÍF og Víkingi endaði 1-1. Philip Djordjevic legði Víking framum, og Andy Olsen javnaði fyri íF, sum er liðugt at spæla í innleiðandi umfarinum og við einum sigri og einum javnleiki hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni. B36 ella Víkingur hava møguleiki í innanhýsis uppgerðini í síðsta umfarinum møguleika at spæla seg í hálvfinaluna.
Í hinum báðum bólkunum eru allir dystirnir endaðir við málleysum javnleiki. Í øðrum umfari endaði tað málleyst millum AB og TB, og tað endaði eisini málleyst millum HB og Skála. HB hevði risa møguleika at skora, men Símun Hansen misnýtti brotsspark.
Ovari vøllur: ( leiktíð er 30 min.)
Kl.14.00 AB – NSÍ 0-0
Kl.14.45 AB – TB 0-0
Kl.15.30 NSÍ - TB
Niðari vøllur: ( leiktíð er 30 min.)
Kl.14.00 ÍF - B36 1-0
Kl.14.45 ÍF – Víkingur 1-1
Kl.15.30 B36 – Víkingur
Tórsvøllur: (leiktíðin er 30 min)
14.00 HB – KÍ 0-0
14.45 HB – Skála 0-0
15.30 KÍ – Skála
16.15 Hálvfinala 1
17.00 Hálvfinala 2
kl. 17.45 FINALA á Tórsvølli