Ognin, sum Ide Møblar hevur keypt, er 2400 fermetrar til støddar, og á ognini stendur ein bygningnur, sum er umleið 600 fermetrar stórur. Sjúrður Sivertsen hevur sjálvur lastbilavirksemi á ognini í løtuni, men 1. septembur komandi ár skal økið og bygningurin verða ruddað.
Ongar beinleiðis ætlanir
Birgir Andreasen sigur, at Ide Møblar er ein fyritøka í framgongd, og tí er altíð neyðugt at hava eyguni eftir, hvørjir møguleikar eru fyri framman.
- Hetta er ein ogn, sum liggur beint yvir av handlinum hjá okkum á Smyrilsvegi, og tí síggja vit tað sum ein møguleika fyri víðkan av virksemi okkara í framtíðini. Í løtuni hava vit ongar beinleiðis ætlanir við ognini, men vit síggja tað meira sum eina íløgu í framtíðina, sigur Birgir Andreasen.
Stjórin í Ide Møblum sigur, at hóast bygningurin, sum í løtuni stendur á ognini, bæði er í minna og lagi og í ringum standi, so eru nógvir møguleikar við ognini.
- Økið er 2400 fermetrar stórt, og tað merkir, at vit kunnu hava ein bygning, sum er 1200 fermetrar stórur og í tveimum hæddum, so at vit tilsamans hava 2400 fermetra gólvvídd. Hetta kann gerast við at byggja afturat verandi bygningi, sum so eisini skal hava eina stóra umvæling, sigur Birgir Andreasen.
Stórur eftirspurningur eftir slíkum ognum
Ein avtala er gjørd millum Ide Møblar og Sjúrð Sivertsen um, at gamli eigarin sleppur at verða verandi á ognini fram til 1. septembur komandi ár. Tá yvirtekur Ide Møblar endaliga ognina, og tá skulu bæði bygningur og øki verða ruddað.
- Vit hava tískil eitt ár at umhugsa okkum í, hvat vit vilja við nýggja møguleikanum, men tað er heilt víst, at bygningurin kemur ikki at standa tómur. Vit fara at fríðka bygningin, men hvat slag av virksemi verður í honum, vita vit ikki enn. Tað kann bæði verða handilsvirksemi ella goymsluvirksemi, sigur Birgir Andreasen.
Hann leggur afturat, at slíkar ognir eru nógv eftirspurdar, og at handilsøki á Hálsi ivaleyst er mest eftirspurda handilsøki í landinum í dag. Tí heldur Birgir Andreasen eisini, at talan er um eina góða ílogu, sum Ide Møblar hava gjørt.
Spurdur um keypsprísin, sigur Birgir Andreasen, at tað hava hann og seljarin gjørt eina avtalu um ikki at upplýsa.