Í morgin skal TB tryggja sær uppflytingina

Fótbóltur: TB og FS Vágar spæla seinna uppflytingardystin í morgin

Seinni uppflytingardysturin millum TB og FS Vágar verður spældur í dag.

Fyrri dysturin millum liðini, sum varð spældur í Miðvági fyri viku síðani, endaði við 3-1 sigri til TB.

Í dag spæla tvørámenn á heimavølli, og tað er nú at teir skulu binda um posan, og fáa samanlagda sigurin til høldar.

Hjá FS Vágum, sum eftir summarsteðgin hevur staðið seg væl og hevur stríðst ímóti niðurflytingini, er hetta avgjørt seinasti kjansurin at bjarga lívinum í 1. deild.