Á SKRÁNNI ER
• NÁM: “Ongantíð aftur"
• Amnesty Føroyar: um nýggju frágreiðingina ‘Tú følur teg sum eitt undirmenniskja’: Fólkadrápið á palestinar í Gasa
• Felagssangur
• Samhugi við Palestina siga nøkur orð um støðuna í Palestina, og hvussu mótmæli móti fólkamorði verða móttikin/handfarin her í Vesturheiminum.
UM DAGIN
9. desembur 1948 samtykti ST-aðalfundurin sáttmálan um fólkamorð, ‘Convention on the Prevention and Punishment of the Crime of Genocide’. Hetta var trý ár eftir stovnanina av ST, og var fyrsti sáttmáli hjá ST. Við honum vildu heimsins leiðarar tryggja, at ræðuleikarnir undir 2. veraldarbardaga ongantíð aftur skuldu henda.
Við herrópunum “Ongantíð aftur fólkamorð” hava heimsins leiðarar, felagsskapir og fólk annars givið hetta lyftið. Eisini skúlabørn í Føroyum verða mint á hendan boðskapin, tá Nám á árligum tiltaki á “Altjóða degnum til minnis um Holocaust og onnur fólkamorð” kunnar næmingar á framhaldsdeildunum og miðnámsskúlunum um fólkamorð.
Alheimssamfelagið hevur tó ikki megnað at halda lyftið “ongantíð aftur”, tí síðani sáttmálin varð samtyktur hava fólkamorð verið eitt nú í Rwanda og fyrrverandi Jugoslavia. Í januar í ár staðfesti Altjóða Dómstólurin, ICJ, at sannlíkindi eru fyri at Ísrael fremur fólkamorð í Gaza, og valdi tí at fara víðari við ákærunum hjá Suðurafrika ímóti Ísrael.