Fríggjakvøldið í OY: Fýra ørir metal-bólkar fara á pallin

Metal Jólabonanza: Fýra bólkar uppá eitt kvøld við tí besta og ørasta tónleikinum sum Føroyar klára at diska upp við

Í summar gav black'n'roll bólkurin Necrolepsia tí allarfyrstu føroysku black'n'roll plátuna út, og vísti hervið heiminum teirra serliga kokkteyl av metal og rokktónleiki, við løgum sum "Oktober" og "Atterglans". Nú verður høvið at koma til ársins lívligastu líkskoðan.

 

Bólkurin hevur valt at endurrísa gamla táttin við at hava eina rimmar metal konsert fríggjakvøldið 27. desember. Teir bjóða hervið øllum føroyskum málmsfjepparum og áhugaðum at koma niðan í OY í annaðkvøld "at pikka korn sum tann beri fanin", sum teir málbera seg.

 

– Nú eru 7 long ár síðan at Necrolepsia hava trakkað upp á pall, og tíðin er endiliga komin aftur, siga stigtakararnir.

 

Við sær hava teir tað allarbesta sum lokalur málmur hevur at bjóða uppá: Death metal bólkurin Goresquad og svartrokk trio'in Svartsalt fara at geva nakrar sjáldsamar og einastandandi framførslur. Harafturat verður nýggjasta skotið í føroyskari málmsøgu at hoyra við Eimyrja.

 

Fýra bólkar uppá eitt kvøld við tí besta og ørasta tónleikinum sum Føroyar klára at diska upp við – tað verður eitt kvøld sum málmfjepparir og málmáhugaði seint fara at gloyma! siga stigtakararnir.

 

Facebook-tiltakið sæstHER.