Í kvøld skal Grand Prix vinnarin finnast

Svøríki er favorittur at vinna Eurovision tónleikakappingina í kvøld

Í kvøld er Wien í Eysturríki vertur fyri finaluni í Eurovision tónleikakappingini. Grand Prixið verður í ár hildið fyri 60. ferð, og enn einaferð er eitt norðurland favorittur at vinna kappingina.

Sangurin Heroes hjá Svøríki verður av flestu veddingarfyritøkunum mettur sum besta boðið upp á vinnaran. Roknað verður eisini við, at Russland, Italia, Belgia og Australia, sum luttekur fyri fyrstu ferð, hava møguleika at vinna í kvøld.

Danmark og Ísland verða ikki við í finaluni í kvøld, tí londini vunnu seg ikki víðari úr hálvfinalunum, sum vórðu hildnar fyrr í vikuni.

Sjónvarpsrásin DR1 sendir Grand Prixið frá kl. 20.00 í kvøld.